HEIM
05.12.2008

Jólatiltak við barnakóri á Skála sunnudagin kl. 17

Ein áhugabólkur hevur tikið stig til eitt hugnaligt jólatiltak í "Műllers-húsi", sum er eitt gróthús á keiøkinum á Skála. Hugnaligu gomlu húsini eru hampað og pyntað við ljósperum uttan og nógvum jólapynti innan.

Sunnudagin kl. 17 verður bjóðað til jólahugna, har barnakórið í Meinigheitshúsinum fer at syngja jólasangir. Høvi verður at keypa ein drekkamunn við vaflum afturvið, og eisini verður søla av dekoratiónum o.ø. jólalutum, sum børnini hava gjørt saman við fyriskiparunum.

Ágóðin av tiltakinum fer til barnakórið. Í barnakórinum eru 25 børn í aldrinum 3 - 14 ár. Tey venja hvørja viku og fara m.a. at syngja í kirkjuni á jólum.