HEIM
21.12.2012

Jólasøluframsýning á Gallarí Elisabeth í Runavík

Jólasøluframsýning á Gallarí Elisabeth í Runavík
Hesar dagarnar fram til lítla jólaaftan hava Piddi Lamhauge, Beinta D. Kollslíð og Petsia Skibenæs eina framsýning av trælist, smykkum úr silvuri og horni, málingalist, og leirlist í Gallarí Elisabeth í Runavík.
Á gallarínum er eitt sera hugnaligt umhvørvi, har øll eru vælkomin at hyggja eftir framsýndu listini. Møguleiki er eisini fyri at fáa sær ein kaffimun, okkurt søtt afturvið, og eitt lítið prát.
Petsia hevur arbeitt við leirilist í nógv ár, og hevur hesi árini megnað at ment sín heilt egna stíl. Piddi hevur somuleiðis arbeitt við hondverki, trælist og smýkkum í langa tíð. Tey hava bæði undirvíst á kvøldskúla innan teirra faklistaøki í mong ár.
Beinta gekk á Thorstedlund kunsthøjskole í 1998, og hevur arbeitt nógv við list sum leikfólk. Hennara stílur er áhugaverdur, egin, og í støðugari menning.
Samanumtikið má sigast, at søluframsýningin er eina vitjan verd. Opið er til og við 23. des, frá kl. 15.30 til kl. 20.00 - ella so leingi handlarnir hava opið. Øll eru vælkomin innar.