HEIM
17.12.2012

Jólaskipið vitjar Gomul Jól í Heiðunum

Vit hava fingið boð frá jólamonnunum umborð á Jólaskipinum, at teir hava sett kós ímóti Runavík, og væntast at verða her leygardagin 22.des. 2012
Teir gleða seg ótrúliga nógv at síggja øll børnini og vóna at øll hava latið tekning inn til Kunningarstovuna í Runavík, vinnararnir av teknikappingini verða kosnir, tá jólaskipið kemur inn.
Teknikappingin er í trimum bólkum: undir skúlaaldri, 7-9 ár og 10-12 ár. Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki og fær vinnarin 250,- í gávukortið frá handilsmiðdeplinum í Runavík.