HEIM
08.12.2017

Jólaskipið kemur á Runavík leygardagin 9. des.

Nú hava vit frætt frá jólamonnunum, og vænta teir at leggja at uml kl. 16.30 leygardagin 9. des. í Heiðunum.
Við umborð eru nakrar jólanissur, sum koma at dansa ein nissudans.
Jólamenninir ætla at syngja nakrar jólasangir saman við børnum og helst hava teir okkurt gott við til børnini eisini.

Er ov leingi at bíða, hava handlarnir í handilslívinum í Runavík tunnilsopið heilt til kl. 20 leygardagin.

Í samband við tiltakið verður Gulasteinsvegur sperraður frá Berglon til vegamótið á Fjøruvegi frá kl. 15.