HEIM
13.12.2019

Jólaskipið kemur á Runavík leygardagin 14. desember

Nú hava vit frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. Teir boða frá, at teir koma til Runavíkar leygardagin uml. kl. 16.30.

Jólamenninir ætla at syngja nakrar jólasangir saman við børnum, og helst hava teir okkurt gott við til børnini. Barnakórið úr Nebo og hornorkestið luttaka.

Í doktaragarðinum verður ein forkunnug jólaframsýning.

Serstaki animatiónsfilmurin verður vístur á húsavegginum á ráðhúsinum.

Í samband við tiltakið verður Gulasteinsvegur sperraður frá Berglon til vegamótið á Fjøruvegi, meðan tiltakið er.