HEIM
22.12.2012

Jólaskipið hevur vitja í dag

Fleiri hundrað fólk vóru savnaði, tá Jólaskipið kom inná Runavíkina í kvøld.
Hóast útlitini fyri veðrinum í dag, ikki vóru av tí allar fagrasta so kom Jólaskipið inn á Runavíkina í øllum góðum.
Jólamenninir skemtaðu, sungu og hugnaðu sær saman við børnum
Barnakór Glyvra Kirkju vóru eisini møtt við sínum 80 sangarum og sungu tey eisini saman við Jólamonnunum.
Løtu seinni spældi Óvita Blues Band í tjaldrinum, her eisini vinnararnir av teknikappingin vóru avdúkaðir.
Vinnarnir vóru
undir skúla aldur:
Jonni, 6 ár
aldursbólkur 7-9 ár:
Bogi Olsen, 8 ár, Saltangará

aldursbólkur 9-12 ár:
Sanni Langaard
viðheft er ein pdf av vinnaramyndunum

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/67871F8E-2911-443F-BC72-64375D4FFCA3.PDF