HEIM
18.12.2009

Jólaskipið er framskunda til í kvøld !!

Jólaskipið vitjar Gomul Jól í Heiðunum í kvøld 18/12 kl. 18.00

Vit hava fingið boð frá jolamonnunum umborð á Jólaskipinum, at teir hava sett fartin upp og koma í kvøld kl 18.00, ístaðin fyri leygardagin. Teir gleða seg ótrúliga nógv at síggja øll børnini og vóna at øll hava latið tekning inn til Kunningarstovuna í Runavík, sum Jólamennirnir fara at avdúka vinnarnir av, tá teir koma.
Tekningikappingin er í trimum bólkum: undir skúlaaldri, 7-9 ár og 10-12 ár. Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki og fær vinnarin 250,- í gávukortið frá handilsmiðdeplinum í Runavík.

Jólamenninir fara at syngja saman við børnunum, og nissugenturnar fara at dansa onkran nissudans. Og tey hava sjálvandi okkurt gott við til børnini.