HEIM
30.11.2007

Jólarák í Runavík

Øll kunnu nú gleða seg til at fáa eitt spennandi jólablað inn um dyrnar hin 11. desember frá Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu.

Umframt at fáa hópin av jólagávuhugskotum, kanst tú lesa um spennandi upplivingarmøguleikar í Kommununi í jólamánaðinum, millum annað um Jólaskipið, Gomul Jól í Heiðunum og Jólabygdina. Handlarnir vilja við hesum blaðið bjóða øllum at vera vælkomnum til Handilsmiðdepilin í Runavík í desember.