HEIM
06.12.2011

Jólamenn í sløkkiliðsbilum

Hvønn desember mánað í mong ár hava jólamenn vitja ymisk støð á Eysturoynni í sløkkiliðsbilum. Kunningarstovurnar á Eysturoynni skipa aftur í ár fyri hesum jólatiltaki, sum hevur verið sera væl umtókt bæði millum børn og vaksin.
Jólamenninir koyra kring oynna og spæla tónleik, og sjálvandi hava teir eisini okkurt gott við til børnini.
Tiltakið verður 10. desember og koyrt verður í tveimum bilum á hesum støðum:

Jólabilur 1
12:45 Funningur
13.30 Skáli
15.00 Toftir
16.00 Runavík

Jólabilur 2
12.45 Funningsfjørður
13.30 Oyndarfjørður
14.00 Hellurnar
15:00 Kambsdalur
15.30 Fuglafjørður