HEIM
06.12.2008

Jólakonsert við Føroya Symfoni Orkestur

Jólakonsertin hjá Føroya Symfoni Orkestur.

6/12-2008 Kl. 16:00
Jólakonsert hjá Føroya Symfoni Orkestur í Ítróttarhøllini í Runavík.

Aftur í ár verður vælumtókta jólakonsertin hjá Føroya Symfoni Orkestri í Ítróttarhøllini í Runavík.

Fyri mong er hetta konsertin, ið veruliga setir gongd á jólahýrin. Tónarnir eru lættir og altíð er okkurt skemtiligt at hoyra ella síggja. Eisini er hugaligt at síggja so nógvar ungar tónleikara spæla við í orkestrinum.

Á skránni verður hugnaligur jólatónleikur, 150 børn fara at syngja, og øll sleppa at syngja saman við stóra symfoniorkestrinum.

Atgongumerkir á 75 kr. fáast til keyps á Kunningarstovunum í Runavík, Klaksvík, Tórshavn og í Norðurlandahúsinum.