HEIM
14.12.2009

Jólakonsert í Glyvra kirkju

Mikukvøldið 16. desember kl. 20.00 fer Nes Sóknar Musikkfelag at hava sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju, undir leiðslu av Kenneth Jones. Spæld verða kend jólaløg, føroysk og útlendsk. Eisini fara Kenneth Jones, á trompet, og Birgitte Schnakenburg, á klaver, at spæla "Trumpet Concerto in Eb" av Joseph Haydn.