HEIM
02.12.2011

Jólakonsert í Glyvra Kirkju sunnukvøldið 4. des.

Innnkomin úr kuldanum, eftir at hava spælt til jólatræstendringar um landið, hava Nes sóknar musikkfelag og Havnar ungdómshornorkestur felags jólakonsert í Glyvra kirkju nú sunnukvøldið 4. desember kl. 19.

Leiðari hjá báðum orkestrunum er Kenneth Jones.

Skráin er sera fjølbroytt. Havnar ungdómshornorkestur fer at borðreiða við hesum løgum:

Walking in a Winter Wonderland

Lullaby - Pernille Hovgaard - Trompet Solo

Rudolf the Red-nosed Reindeer

Away in A Manger

Once in Royal David´s City

Nes Ssóknar musikkfelag fer at spæla hesi løg:

Have Yourself a Merry Little Christmas

Sleigh Ride

I Saw Mommy Kissing Santa Claus

Santa Claus is Comin´ to Town

Adeste Fideles

Og saman spæla orkestrini so:

Føgur er foldin

Gleðilig jól

Orkestrini vóna, at nógv fólk leggur leiðina inn í Glyvra kirkju sunnukvøldið fyri at koma í jólahýr saman við orkestrunum.

Tiltakið er ókeypis.