HEIM
02.12.2016

Jólakonsert í Glyvra kirkju sunnukvøldið

Sunnukvøldið 4. desember kl. 19.30 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.

Hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, ensk og føroysk, í hugnaligu kirkjuni.

Nes Sóknar Musikkfelag hevur seinastu tíðina spælt til jólatiltøk kring Eysturoynna. Orkestrið er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth Jones.