HEIM
16.12.2014

Jólakonsert í Glyvra Kirkju mikukvøldið

Í annaðkvøld mikukvøldið 17. desember kl. 19.30 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.

Hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, ensk og føroysk, í hugnaligu kirkjuni.

Nes Sóknar Musikkfelag hevur seinastu tíðina spælt til jólatiltøk kring Eysturoynna. Orkestrið er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth Jones.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/62590EAF-A6E7-45A0-9F7E-08E7CADC2D4B.jpg