HEIM
09.12.2018

Jólakonsert í Glyvra kirkju mikukvøldið 12. desember

Mikukvøldið 12. desember kl. 19.30 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.

Hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, serliga føroysk og ensk, í hugnaligu kirkjuni.

Konsertin verður fyriskipað saman við messingblásarum úr Nes Sóknar Musikkskúla, og koma ungu leikararnir at seta sín dám á konsertina.

Ymiskir smærri bólkar fara at framføra, áðrenn hornorkestrið spælir.

Jólakonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag er gott høvi í jólamánaðinum at seta eina løtu av til góðan jólatónleik í hugnaligu kirkjuni.

Nes Sóknar Musikkfelag er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth P. Jones.

Tiltakið er ókeypis.