HEIM
08.12.2010

Jólakonsert í Glyvra Kirkju

Í kvøld, mikukvøld 8. desember kl. 20.00 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.

Hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, føroysk og ensk, í hugnaligu kirkjuni.

Eisini verða forvitnisligar framførslur av ungu úrmælingunum Rúna Hentze, trompet, og Biritu Mortensen, trombon, á skránni. Tey fara hvør í sinum lagi saman við Birgitte Schnakenburg at framføra verkini, sum tey skulu framføra til stóra norðurlendska tónleikakapping fyrst í nýggja árinum.

Nes Sóknar Musikkfelag er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth Jones.