HEIM
04.12.2007

Jólakonsert í Glyvra kirkju

Jólakonsert í Glyvra kirkju sunnukvøldið 9. desember kl. 20.00.

Nú sunnukvøldið 9. desember kl. 20.00 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju. Við á konsertini verður eisini ein messing kvintett úr Havn. Hornorkestrið spælir kend jólaløg, so sum, White Christmas, O Holy Night, Away in a Manger, Ave Maria, nøkur "føroysk" jólaløg o.a. Messing kvintettin fer at framføra tvey stykkir, Hallelujah Corus og Christmas Crackers. Tað er Kenneth Jones, ið stjórnar báðum orkestrunum.