HEIM
08.12.2016

Jólahugleiðingar og jólasangir í Skála kirkju

Sunnudagin 11. des. kl. 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Bæði kendir jólasálmar og nýggir úr sálmabókaískoytinum verða sungnir afturvið góðum tónleiki, sum lokalir tónleikarar taka sær av.

Kajberg Davidsen, fer at hugleiða um jól og barnaár. Kajberg dugir sera væl at siga frá. Evnið verður: “Barnaminnir úr heimbygd míni, Skála”.

Eisini verður okkurt tónleika-/sanginnslag.

Hetta er nú 7. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki, sum plagar at fáa góða undirtøku. Fyrireikararnir vóna og vænta aftur í ár, at nógv fólk møta upp at syngja jólini inn og njóta eina áhugaverda og hugnaliga løtu saman við okkum.

Aftaná verður ein drekkamuður at fáa í nýinnrættaða kirkjukjallaranum.