HEIM
20.12.2019

Jólaferð undir Tangafirði

Táið komið var kring um rundkoyringina undir Saltnesgrynnuni, vóru teir tríggir borgarstjórarnir við Skálafjørðin, Artur Johansen, Jóhannus Danielsen og Tórbjørn Jacobsen, bodnir at koma ein undirsjóvarbiltúr við tunnilsstjóranum Teiti Samuelsen. Tá var ikki koyrandi niðan í tunnilsmunnan í Rókini, opið var ikki til Hvítanesar, tí var koyrt av Strondum og niðan aftur til bygdina.

Í dag gav tunnilsstjórin teimum trimum borgarstjórunum ta jólagávu at royna enn ein undirsjóvartúr, og koyrt var úr Runavík – umvegis rundkoyringina – til Hvítanesar og aftur.

Um eitt ár, ella har á leið, letur tunnilin upp fyri almennari ferðslu.