HEIM
29.11.2015

Jólabygdin í Æðuvík

Sunnudagin 29. november kl. 19 verður jólatræi í Æðuvík tendrað, og í sama viðfangi verður jólabygdin í Æðuvík tendrað.

Jólabygdin í Æðuvík hevur nøkur ár á baki, har lokala bygdafólki ger serliga nógv burturúr at prýða bygdina við jólaperum og pynti annars. Hetta sær sera gott út í myrku tíðini, og vitjandi koma allastaðir frá í landinum at síggja jólabygdina.

Jólabygdin er tendrað inntil 13. dag jóla, sum er 6. januar.