HEIM
03.12.2009

Jólabygdin í Æðuvík tendrað

Sunnudagin 29. nov. tendraði jólabygdin í Æðuvík í góðum kavaveðrið. Nógv fólk vóru komin saman, at síggja jólaprýddu bygdina, sum aftur í ár er ógvuliga hugnalig. Bygdarfólkið hevur aftur í ár lagt eitt stórt arbeiði í at pynta, við uppaftur meira pynti enn undanfarin ár.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri helt røðu, Nes Sóknar Hornorkestur spældi nøkur løg og aftaná bjóðaði kommunan øllum eplaskivur og gløgg.
Ein sera hugnaligur dagur og kunnu vit viðmæla øllum at vitja bygdina.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/A39A994B-20B6-423D-9CD0-65502725093A.htm