HEIM
10.12.2009

Jólabrandbilar á ferð

Leygardagin 12. desember fara jólamenn at vitja kommunurnar
í oynni. Teir koyra í brandbilum, syngja, spæla tónleik og hava teir sjálvandi okkurt gott við til øll børn í Eysturoynni.

Hetta er skráin fyri jólatiltakið í Eysturoynni leygardagin 12. desember. 2009

Jólabilur 1
11.30 Strendur
12.00 Skála
13.00 Eiði
13.45 Funningur
15.00 Toftir
16.00 Runavík

Jólabilur 2
12.00 Funningsfjørður
12.45 Oyndarfjørður
13.15 Hellurnar
14.00 Gøta
14.30 Leirvík
15.00 Fuglafjørður

Leygardagin 12. desember hava handlar í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu opið til kl. 20.00.

Handlarnir eru vakurt pyntaðir og á tremur við jólagávuhugskotum. Øll eru vælkomin at vitja í Handilsmiðdeplinum í Runavík.