HEIM
09.11.2012

Jól við Løkin – nýggj jólaútgáva

Jóannes Símunarson Hansen kemur fríggjadagin 16. november út á marknaðin við aðru fløguútgávuni í røðini "Við Løkin". Hendan útgávan ber heiti "Jól við Løkin". Talan er um eina fløguútgávu við nýggjari og eldri jólasálmum og sangum, sum Jóannes á sín serstaka hátt tulkar á flyglinum. Í samband við fløguútgávuna skipar Rock Pipit Records fyri einum sangkvøldi útgávukonsert í Løkshøll klokkan 21.00 fríggjakvøldið 16. november.

Jóannes hevur saman við vinum sínum skipað fyri sera væleydnaðum sangkvøldum kring landið - talan verður um eitt líknandi tiltak við felagssangi, ljóðførisframførslum og sangframførslu. Jóannes fer eisini at spæla løg frá útgávuni hjá sær. Ókeypis atgongd er til tiltakið.

Jóannes Símunarson Hansen er føddur á Toftum 24. apríl 1947. Sum heilt ungur drongur setti hann seg við tangentarnar og byrjaði at spæla á gamla harmonium (pumpuurgu) hjá ommuni og abbanum á Toftum. Nógv ár eru gingin, og í dag er Jóannes ein av mest originalu klaverspælarum í Føroyum. Á klaver, orgul ella harmoniku hevur hann spælt til óteljandi samkomur, jarðarferðir, brúdleyp og føðingardagar. Hansara klaverspæl er ljóst, mjúkt og flótt, samstundis sum tað spjaðir frið og hvíld.

Ynski plátufelagsins hevur verið, at lurtarin skal hoyra Jóannes spæla beinleiðis, og uttan at nakað er lagt afturat upptøkunum.
9. oktober var tí farið í Fríðrikskirkjuna á Toftum. Jóannes setti seg við flyglið klokkan 10.00 og spældi út í eitt fram til klokkan 17.00 við tveimum steðgum. Av innspældu løgunum eru 21 útvald til útgávuna.

Jákup Heinesen og Símun J. Hansen hava staðið fyri upptøkunum og Jákup Heinesen hevur ljóðblandað.