HEIM
31.10.2017

Jól við Løkin

Á fjórða sinni verður stóra jólakonsertin, Jól við Løkin, hildin í Løkshøll. Konsertirnar í ár verða 9. og 10. desember, báðar dagarnar kl. 20.00.

Eins og undanfarin ár verða tað bæði solistar og bólkar, ið koma at framføra saman við fantastiska húsorkestrinum undir leiðslu av Jákupi Justinussen. Júst hvør kemur at syngja, koma vit at avdúka við tíðini – tann fyrsta avdúkingin mikumorgunin kl. 10, tá atgongumerkjasølan byrjar.

Tiltakið er vaksið í vavi á hvørjum ári, bæði í tali av konsertum, og í hvussu nógv verður gjørt burturúr rundanum konsertirnar. Í 2014 var ein konsert, í 2015 var ein konsert og ein eykakonsert, og í 2016 var ein konsert og tvær eykakonsertir. Sostatt er ein konsert komin afturat á hvørjum ári, og allar konsertirnar hava verið útseldar. Stóri eftirspurningurin í fjør, tá fyrsta konsertin longu eftir fáum minuttum var útseld, og onnur konsertin eftir fáum tímum, ger, at vit í ár seta tvær konsertir upp beinavegin. Hesar verða leygardagin 9. des og sunnudagin 10. des, báðar dagarnar kl. 20.00.

1. november kl. 10.00 letur atgongumerkjasølan upp. Møguleiki er at keypa atgongumerkir á www.loksholl.fo og á Kunningarstovuni í Saltangará.

Møguleiki er eisini at melda til tíðindabrævið á loksholl.fo, og fáa kunning um atgongumerkjasølu og avdúkingar av solistum og bólkum beinleiðis við telduposti.

Um spurningar eru viðv. Jól við Løkin, eru tit vælkomin at ringja til Pætur E. Jacobsen á 505900.