HEIM
15.11.2017

Jól við Løkin konsert útseld eftir 57 sekundum!

Tann 1. November lat atgongumerkjasølan til Jól við Løkin upp. Jól við Løkin er árliga jólakonsertin í Løkshøll í Runavík. Tvær konsertir vóru settar á skrá, og vóru hesar útseldar umleið ein hálvan tíma seinni. Tí var avgjørt at hava eina eykakonsert.

Tá atgongumerkjasølan til eykakonsertina lat upp klokkan 18.00, mikukvøldið 15. november, tók tað 57 sekund til øll atgongumerkini vóru seld. Fleiri fólk vóru komin á kunningarstovuna í Runavík, har tað bar til at keypa atgongumerki, men eisini bar til at keypa á heimasíðuni hjá Løkshøll.

Sigast má, at nógv fólk sótu klár við knøttarnar, tí at eftir 57 sekundum vóru øll setrini umbiðin, og konsertin útseld.

Av teimum umleið 15 fólkunum, sum vóru møtt á kunningarstovuni fingu bara 3 atgongumerki

Fyrireikararnir siga, at enn er ikki avgjørt, um ein konsert verður aftrat.

Á facebook síðuni hjá Løkshøll er eitt video frá løtuni í kunningarstovuni.