HEIM
11.12.2015

Jól á Gamlavegi á Skála

Á Skála verður skipað fyri jólasølum og framsýningum v.m. leygardagin 12. desember.

Luttakararnir
eru av Skála og nærumhvørvinum, og er talan serliga um heimagjørdar
lutir, so sum jólaprýði, klædnapløgg, smúkkur, bomm og málningar.

Hetta fer fram í hugnaligum neystum eftir Gamlavegi, og umframt sølu og framsýningar eru eisini onnur áhugaverd tiltøk á skránni.

Jólamenn vitja, barnakór syngur, "Kom við til Spæliland" luttekur, barnaverkstað o.a.

Neystini hava eisini fingið stuttlig nøvn, sum oftast sipa til neystaeigaran.

Tiltakið byrjar klokkan 14.00. Stigtakararnir vóna at síggja nógv fólk, og eru øll hjartaliga vælkomin.

Skrá - jól á gamla vegi á Skála