HEIM
30.11.2019

Jógvan Andersen helt hesa talu, tá jólatræið varð tendrað á Skála 30/11-2019

Góðu Skálafólk.
Einki er sum familjuhugnin tá ið jólapyntið verður funnið fram og skal hangast upp eftir longri tíð í dvala. Perurnar, nissur, kavamenn og heimagjørt pynt frá barnagarði og skúla, fær huglag føroyinganna at blóma. Tá ið sjálvt jólatræið síðan kemur inn í stovuna, lukturin av grann fyllir húsið og nálirnar eru eftir øllum gólvunum, tá eru av sonnum jólini komin, og myrka tíðin á árinum tykist brádliga ljósna.

Tá eg hugsi aftur á jólatræið sum barn, var tað vanliga pyntað við ljósum, kúlum og kramarhúsum fylt við Quality Street karamellum. Seinnu árini kom eisini jólapynt úr dagbløðum upp at hanga. Viggo Holm, sáli, ið var gubbi mín, var rættiligur lesihestur og átti altíð seinastu útgávuna av dagbløðunum úr Danmark. Dagliga sást hann til gongu ella við súkkluni, í svørtum regnjakka, bláum kovboybuksum og sigar í hondini. Hann gekk dagliga inn til okkara og koyrdi sigarøskuna beint í urtapottarnar. Í desember mánaði hevði hann jólapynt við úr dagbløðunum. Sjálvur helt hann vanliga jól heima hjá okkum og var tað óivað tí, tað kom upp at hanga.

Sum barn er tað tó ikki træið og pyntið, ein minnist aftur á, men heldur tal og stødd á pakkum undir trænum. Spyrt tú meg, minnist eg enntá aftur á, hvussu pappírið á gávunum sá út okkurt árið.

Virðið av jólunum kunna tó ikki mátast upp í pengum, og sum ein eldist, er tað ikki gávur, ið geva einum gleði, men at gleða onnur gerst ein gáva. Tankarnir leiða meg aftur til J. J. í Gerði, abbabeiggi mín av Skipanesi, ið búði eitt skifti á Skála. Hann yrkti javnan, og tú kundi einamest ikki lata eina Dimmalætting upp uttan har var bæði ein, tvær, tríggjar og mangan enn fleiri yrkingar í hvørjum blaði. Í blaðnum Tingakrossur frá 1985 skrivaði hann soleiðis:

Tú elskar tín næsta
Ljóðar um hav og strendur
Hvar er tín næstrakærleiki
Tá ið á stendur

Tú hugsar bert um teg sjálvan
Tað man vera tað sanna
Tín næstrakærleiki er bert tos
Og alt einki annað

Vit hava mangan slíkan skund í gerandisdegi okkara, at vit ikki leggja til merkis ella enntá hugsa um næsta okkara. Vit raðfesta egnan skúla, útbúgving, yrkisleið, útsjónd, hús, innrætting og bil. Børnini ganga til alskyns ítriv, og hava vit eina løtu, ella ikki, seta vit okkum á Facebook, Instagram og alnótina annars. Dagsins samfelag er mangan grundað á tað fullkomna glansbílætið, men veruleikin er, at vit lata tær dýrabæru løturnar fara framvið, meðan vit taka eina mynd av okkum sjálvum á Snapchat og senda hana til persónin yvirav okkum. Mangan hugsi eg aftur á Viggo Holm, ið dag og dagliga fekk tíðina at ganga við at práta, støkka inná gólvið hjá fólki, ganga ein túr, súkkla ella seta seg við endan á báthylinum og hyggja út á fjørðin. Alt var á ein hátt so einfalt, og tíðin var ikki nakað, ið hann hugsaði um.

Nú, jólini eru í hondum, hava flest øll trø mist bløð síni. Grantræið, ið stendur her, er tó millum einasta slag, ið er grønt alt árið. Tað peikar á skaparan, sum í skriftini segði, at tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Høvdu vit á sama hátt dugað at elska næsta okkara, ikki einans á jólum, men allar ársins tíðir.

Eg hevði ynskt, at mín gáva bleiv at steðga á, hyggja upp og fevna um tær ríku løturnar, ið standa dagliga og bíða eftir mær. Løturnar saman við maka, børnum, familju, vinfólki og starvsfeløgum. Og sum ljósini á trænum her glampa, lat okkum fyri næsta okkara verða tað sama.

Við hesum orðum vil eg at enda ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól!