HEIM
23.06.2011

Jóansøkubál í Funningsfirði

Leygarkvøldið 25. juni kl. 21 verður stórt summartiltak í Funningsfirði við røðu, felagssangi og bryggjudansi. Høvi verður at grilla pylsur og búffar, eins og breyð og køkur kunnu keypast.
Summarbál ella jóansøkubál er vorðið eitt stórt og afturvendandi tiltak við bátahylin í Funningsfirði. Tað er bygdafólkið, sum bjóðar øllum vælkomin til hugna- og grillkvøld við røðu, felagssangi, føroyskum dansi og bryggjudansi.
Stórar felags grillir verða settar upp á økinum, har hava høvi verður at keypa sær pylsur og búffar at koyra á grillina. Eisini ber til at keypa sodavatn, smurt breyð, kaffi, te og køkur.
Kvøldið byrjar klokkan 21, tá Anita á Fríðriksmørk heldur røðu. Aftaná skipa Hans Pauli og Jóhan Mortensen fyri felagssangi, har spælt verður undir við harmoniku. Síðan verður farið upp á gólv.
Umleið klokkan 23.30 verður bryggjudansur við tónleikabólki, sum fer at spæla til dansin.
Tiltakið er ókeypis