HEIM
23.06.2007

Jóansøkubál í Funningsfirði

Leygarkvøldið 23. juni verður Jóansøku hildið á bryggjuni í Funningsfirðið. Byrja verður kl. 21.00, har Anita Fríðriksmørk bjóðar vælkomin. Á skránni verður m.a. felagssangur og bryggjudansur har Vágaverk saman við Sámali Ravnsfjall spæla. Eisini verður høvi at grilla á staðnum og keypa sær okkurt drekkandi afturvið.

Bygdarfólkið í Funningsfirði bjóðar øllum vælkomnum til Jóansøkubálið.