HEIM
27.05.2008

Jóansøkubál í Funningsfirði

Leygarkvøldið 21. juni verður Jóansøkubál á bryggjuni í Funningsfirði.

Aftur í ár verður bál og dansur á bryggjuni í Funningsfirði. Tiltakið síðsta summar eyndaðist sera væl, og nógv fólk stuttleikaðu sær á bryggjuni. Tónleikurin var góður og fólk hugnaðu sær og dansaðu alla náttuna.

Sum nakað heilt nýtt, verður eisini tjaldingarpláss.
Plássi er omanfyri bryggjuna og útsýni yvir bryggjuna og fjørðin er sera gott.

Í ár spæla "Eager To Please" til dansin. Bólkurin spælir góðan blandaðan tónleik og eru fløguaktuellir í løtuni.

Tvey stór telt verða eisini uppsett so um veðrið ikki verður so gott, so fáa fólk hugna sær í teltunum.

Sølubúðir selja búffar, pylsur, kaffi, køkur o.a. og gestirnir kunnu sjálvir grilla sær matin á grillum sum standa á økinum.

Skrá:

20.30 - Bálið verður tendra.

21.00 - Kári P. Højgaard bjóðar vælkomin.

21.30 - Grillir verða tendraðar.

23.00 - Dansurin við Eager To Please byrjar.

Á skránni verður eisini felagssangur.

Bygdarfólkið í Funningsfirði bjóðar øllum vælkomnum til Jóansøkubálið
:o)