HEIM
12.10.2009

Jóannes S. Hansen o.o. í Løkshøll

Jóannes Símunarson Hansen kemur í næstum út á marknaðin við eini fløgu har Jóannes spælir nýggjari og eldri sálmar á klaver. Í tí sambandi verður skipa fyri eini útgávukonsert og sangkvøldið í Løkshøll fríggjakvøldið 30. oktober klokkan 21.00. Jóannes hevur saman við vinum sínum skipað fyri sera væleydnaðum sangkvøldum kring landið - talan verður um eitt líknandi tiltak.
Jóannes fer eisini at spæla løg frá útgávuni hjá sær.Ókeypis atgongd.