HEIM
21.08.2012

Jens Martin signerar í bókasavninum við Løkin

Mikudagin 22. august kl. 14, letur bókasavnið við Løkin í Runavík upp alment, og í hesum sambandi verður bók um Jens Martin Knudsen og hansara ítróttarlív løgd fram. Bókina hevur Uni Holm Johannesen skrivað og SPROTIN gevur bókina út. Á bókasavninum er framsýning av ymiskum lutum frá yrkisleiðini hjá Jens Martini í fótbólti, og sjálvandi er topphúgvan eisini við. Møguleiki verður at keypa bókina og fáa hana signeraða.
Eisini verður ábit, røður og tónleikur á skránni.