HEIM
05.01.2011

JENS MARNI VITJAR ANNU FAROE

Nú fríggjakvøldið klokkan 20.00 fer Anna Faroe aftur at hava konsert í Løkshøll í Runavík. Áhoyrarar kunnu vænta sær eina stóra og spennandi tónleikauppliving, har Anna bæði syngur sangir av fløgu síni, Because I want to, og onnur góð løg.
Tónleikararnir, sum spæla saman við henni, eru:

Hjalti Joensen: Guitar
Høgni Klakkstein: Trummur
Eyðun Johannesen: Bass
Gunnar Guttesen: Keys
Kristina Bærendsen: Kór

Aftrat teimum fer kórið Vox eisini at luttaka, og sum prikkurin yvir i´num kemur Jens Marni Hansen, Planet Award vinnari, á vitjan og syngur saman við Annu.

Atgongumerki fáast í forsølu hjá Effo í Saltangará og við dyrnar undan konsertini.