HEIM
21.10.2014

Jan Rasmussen, lækni og Phd greiðir frá um CTD

Í kvøld, týskvøldið, klokkan 19.30 fer runavíkingurin Jan Rasmussen, lækni og Phd. at greiða frá um CTD-sjúkuna. Hetta er eitt ókeypis tiltak í sambandi við mentanarvikuna í Runavík, og verður í Løkshøll.

Jan Rasmussen hevur granska í CTD-sjúkuni og skrivað PhD-ritgerð, sum hann vardi á Landssjúkrahúsinum tann 17. juni í ár. Tá bjóðaði Bókasavnið við Løkin fólki at síggja verjuna beinleiðis umvegis videotøkni. Ritgerðin um CTD hevur enska heitið: ´Primary Carnitine Deficiency in the Faroe Islands – an epidemiological and clinical study´, og var verjan tá enskum máli.

Fyrilesturin í kvøld verður sjálvsagt á føroyskum, og høvið verður at seta spurningar og skifta orð um ymisk viðurskifti í sambandi við CTD-sjúkuna. Á heimasíðuni hjá CTD-felagnum í Føroyum stendur m.a. at CTD er lutfalsliga nógv vanligari í Føroyum mett við onnur lond, t.d. oyggjasamfelagið Japan. Mett verður, at 1 út av hvørjum 650 føroyingum hevur CTD-sjúku, og hetta samanborið við 1 útav 40.000 í Japan. Tískil er serligur áhugi í Føroyum fyri CTD-sjúkuni.

Umhvørvið í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin er serliga hugnaligt til mentanaarvikuna í ár. Tey vitjandi ganga inn gjøgnum bókasavnið, sum virkar sum framsýningarhøli og forhøll til Løkshøll. Ein tíma áðrenn øll tiltøk byrja, letur ein hugnalig kafé upp á bókasavninum, har møguleiki er at keypa sær drekkamunn. Tá kunnu fólk eisini nýta høvið at síggja tær fýra málningaframsýningarnar, sum hanga upp á mentanarvikuni.