HEIM
16.06.2014

Jan Rasmussen beinleiðis við Løkin

Runavíkingurin Jan Rasmussen verjir Ph.D. ritgerð 17. juni kl 13.00 og møguleiki er at fylgja við í Runavík.

Landssjúkrahúsið og Bókasavnið við Løkin hava skipa fyri, at møguleiki verður at fylgja við í Runavík tá Jan Rasmussen verjir sína Ph.D. ritgerð á Landssjúkrahúsinum í Tórshavn. Fólk eru vælkomin at møta á Bókasavninum við Løkin, og fáa sæti í eini skúlastovu, og har hoyra og síggja á einum skýggja, hvussu ein slík verja fer fram.

Tað er týsdagin tann 17. juni kl. 13. at verjan av Ph.D. ritgerðini "Primary Carnitine Deficiency in the Faroe Islands – an epidemiological and clinical study" vanliga kallað "CTD verkætlanin" verður í Veitsluhøllini, Eirargarður 7 á Landssjúkrahúsinum. Tað er læknin Jan Rasmussen frá Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, ið fer at verja ritgerðina, ið er úrslit av kanningararbeiði seinastu trý árini. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein Ph.D. verkætlan í læknafrøði verður vard á Landssjúkrahúsinum.
Fyrst kemur Jan Rasmussen at hava eina framløgu í 45 minuttir um úrslitini frá verkætlanini um CTD, og síðani fáa próvdómararnir høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum. Verjan verður á enskum máli. Próvdómarar til verjuna vera: Prof. Gunnar Gislason og Jacob Møller frá Danmark, og Prof. Nicola Longo úr USA.
Jan Rasmussen hevur verið innskrivaður á lærda háskúlanum í Keypmannahavn sum Ph.D. lesandi síðani 2011 og hevur samstundis verið fast knýttur at Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum. Granskingarráðið og privatur stuðul hava fíggjað verkætlanina.
Verjan er almenn og øll áhugaði eru vælkomin, bæði í Havn og í Runavík.