HEIM
23.12.2008

Jákup Hansen 25 ára starvsdag

Jákup Hansen hevði 1. oktober, 25 ára starvsdag sum hallarvørður hjá Runavíkar kommunu.

Á lítlari samkomu, sum var á kommunuskrivstovuni 19. des., handaði Hans Jákup Lamhauge, borgarstjóri honum eina gávu.

Borgarstjórin takkaði Jákup fyri drúgva og trúgva tænastu.