HEIM
25.05.2009

Ítróttarnáttin væl vitja24. mai 2009

Leygarkvøldið skipaðu ítróttarfeløgini á Toftum og í Runavík fyri ítróttarnátt í høllini við Løkin í Runavík, og sigast má at tiltakið varð væl vitjað

Leygarkvøldið kl. 20 lat ítróttahøllin í Runavík dyrnar upp fyri ítróttarnátt, eitt tiltak sum ÍSF skipaði fyri, í samband við at tað í ár eru 70 ár liðin síðan Ítróttarsamband Føroya varð sett á stovn.

Hetta tiltak varð eisini fyriskipað í Havn, á Kambsdali, á Giljanesi, í Kollafirði, á Skála, í Trongisvági og á Eiði.

Fleiri ymiskar ítróttagreinar vóru á skránni, men hæddarpunkti mundi vera á midnátt, tá Jens Marni Hansen við gittara fór á pallin. Navnframi kollfirðingurin sang og spældi nøkur kend løg, og tá var sannur rómur í høllini. Eftir at Jens Marni hevði spælt, bleiv skipað fyri hip-hop dansi.

Ein bólkur varð vegna ítróttarfeløgini á Toftum og í Runavík settur at skipað fyri tiltakinum, og vóru tey sum heild sera væl nøgd við kvøldið, ið tey halda eydnaðist sera væl. Eini 150 til 200 ung vóru í høllini leygarkvøldið, og var hetta eitt sindur meir enn fyriskipararnir høvdu væntað.