HEIM
23.05.2009

Ítróttarnátt í Runavík leygarkvøldið

Leygarkvøldið tann 23. mai 2009 klokkan 20 - 02 eru ítróttarfeløgini í Runavík og Toftum saman um ungdómstiltak í ítróttarhøllini í Runavík. Tá verða dyrnar lætnar upp fyri tannáringum / ungdómum í aldrinum 14 - 20 ár at íðka ítrótt undir hugnaligum og stuttligum umstøðum.
Endmálið er at geva ungdómi møguleika at samlast og røra seg - eisini tey sum ikki longu eru virkin í ítróttarfeløgum. At minna á týdningin at røra seg og at kveikja áhuga fyri ítrótti.

Ætlanin er at ungdómarnir skulu hava møguleika at royna ymiskar ítróttargreinir og spøl, ið ikki eru so vanlig til dagligt. Dentur verður lagdur á sosiala samverðu og at tað skal verða stuttligt.

ÌSF hevur hjálpt til við at seta tiltakið ígongd, men tað eru lokalu feløgini sjálvi sum eru fyriskiparar og hava ábyrgd av tiltakinum á staðnum. Tey mynda sítt tiltak hvør á sín hátt.

Á onkrum plássi hava fyriskipararnir valt at deila plássið upp, soleiðis at fleiri ítróttargreinir og ymisk spøl verða íðka í senn. Aðrastaðni verður fyriskipa soleiðs at feløgini/ítróttargreinirnar deila kvøldið millum sín, soleiðis at fyrst verður ein ítróttargrein íðka og so næsta part av kvøldinum verður ein onnur o.s.fr.

Byrja verður á øllum plássum klokkan 20 og enda kl. 02.
Beint nú sær út til at tiltakið eisini verður á Eiði, Kambsdali, Skála, Kollafirði, Tórshavn, Giljanesi og Trongisvági.