HEIM
21.06.2017

Ítróttarhøllin á Skála

Í fjør bleiv takið skift út á Ítróttarhøllini á Skála, og gólvið á hondbóltsvøllinum var eisini skift. TN-bygging gjørdi arbeiðið. Takið á útbygninginum niðaneftir var ikki skift í fjør, og á fíggjarætlanini 2017 er peningur settur av til at skifta takið á hesum partinum á høllini út eisini.

Avtala er gjørd við TN-Bygging, at teir halda fram við arbeiðnum har teir sleptu, soleiðis, at alt takið er skift, táið summarið er farið afturum.