HEIM
11.09.2017

Ítróttardagur á Skála

Mikudagin 6. sept. høvdu Barnahúsið Sellin og Dagstovnurin Varðin á Skála ítróttardag. Hetta er ein liður í at varpa ljós á heilsu og rørslu, sum er eitt av teimum átta kjarnuøkjunum í stovnarnir arbeiða eftir.

Hesi átta kjarnuøki eru týdningarmikil fyri trivna og menning hjá børnunum. Fyri hvørt av hesum økjum hava vit sett mál fyri hvat vit vilja børnini skulu menna og læra, síðani lagt námsfrøðiliga ætlan fyri, hvussu vit  kunnu røkka málinum.

Vit skulu geva børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi bæði inni og úti.

Í hesum sambandi høvdu vit ítróttardag á vøllinum á Skála við ymiskum virksemi, har børnini fingu møguleika at royna seg á ymiskan hátt.

Bert tey minstu børnini á vøggustovunum vóru ikki við. Uml. 55 børn vóru við til dagin.

Dagurin eydnaðist sera væl.

Sí eitt filmsbrot frá ítróttardegnum her: Ítróttardagur