HEIM
01.04.2008

Ítróttagalla í Runavík – Atgongumerkjasølan byrjar í dag!

Leygarkvøldið 19. apríl 2008 skipa ítróttarfeløg í Runavíkar kommunu aftur fyri Ítróttargalla. Feløgini, ið luttaka, eru Tjaldur, NSÍ, Kappróðrarfelagið NSÍ og Støkk.

Atgongumerkini verða seld í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Saltangará frá týsdegnum 1. apríl. Kostnaður 300 kr.um keypt verður áðrenn 8. apríl. Aftaná 8. apríl er kostnaðurin 350 kr.
Seinasta freist at keypa atgongumerki er mánadagin 14. apríl.

Hetta er fjórðu ferð at henda vælumtókta veitsla verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík.
Aftur í ár verður nógv spennandi undirhald á skránni, m.a. dansishow, sangur, gestarøðari og sjálvandi avdúkan av ársins ítróttarfólkum.

Vælumtókti bólkurin við Flemming Petersen spælir til dans eftir borðhaldið.

Veitslan er fyri øll, ikki bert fyri ítróttarfólk, men eisini áhugaði, áskoðarar, viðhaldsfólk og stuðlar. Aldursmarkið er 8. flokkur.