HEIM
24.09.2014

Íslendskur filmur í Løkshøll.

Hross í oss (IS). Týskvøldið 30. sept. kl. 19.30.

Íslendski virðislønti og stórliga fagnaði filmurin Hross í oss snýr seg um menniskjað í rossinum og rossið í menniskjanum, tá ið kærleiki, sex, ross og deyði verða tvunnin saman við hondføstum avleiðingum. Í ljóði og leiki spælir rossafilmurin uppá bæði tølt og tango. Leikstjórin sigur, at filmurin er eitt felags avrik, ið byggir á sjálvt evnið, staðin, objektið, leikararnar, tíðina og hendingina, sum savnar øll: at reka hestarnar saman.

Nýggi íslendski rossafilmurin, sum var Oscaruppskotið í fjør, hevur verið sýndur og fagnaður kring allan heim, og var fyrsti filmur á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck í fjør.

Nú ber til at síggja filmin í Løkshøll í Runavík. Bókasavnið við Løkin samstarvar við Norðurlandahúsið í Føroyum og Løkshøll um at vísa norðurlendskar filmar, sum Filmsfelagið Klipp hjá Norðurlandahúsinum hevur á skránni. Hetta er fyrsti filmur eftir summarsteðgin.

Tá filmurin varð vístur í Norðurlandahúsinum herfyri møttu eini 200 fólk. Tá var eisini høvið at hitta leikstjóran Benedikt Erlingsson. Hann verður tó ikki við í Løkshøll týskvøldið.

Filmurin er 81 minuttir til longdar. Talan er á íslendskum og undirtekstur er á enskum.

Filmurin hevur egna heimasíðu, sum eitur: www.hrosss.is og her er eitt stutt brot frá youtube: http://www.youtube.com/watch?v=MKodaUmsYxk

Atgongumerki kostar kr 80,- og kann keypast hálvan tíma undan sýning.
Bókasavnið bjóðar ókeypis drekkamunn áðrenn og aftaná filmin.

Bókasavnið við Løkin – www.lokin.fo -
í samstarvi við Norðurlandahúsið, Filmsfelagið Klipp og Løkshøll

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo