HEIM
09.05.2017

Ísfirðingar á vitjan

Skála kommuna og Ísafjarðar kommuna í Íslandi gjørdust í sínari tíð vinarbýir. Táið Skála- og Runavíkar kommuna kastaðu saman fyri nøkrum árum síðani flutti hesin gamli vinskapurin við samanleggingini, og hin nýggja og víðkaða Runavíkar kommuna gjørdist soleiðis vinarbýur við Ísafjørðin. Kommunala sambandið og samstarvið hevur verið lítið síðani, men harafturímóti hava Runavíkar havn og Ísafjarðar havn samskift rættiliga nógv, táið umboð fyri hesar hava hitst á cruisemessum í USA og í Europu. Havnastjórin í Ísafirði er hin kendi Gudmundur (Muggi), ið eisini er tónleikari, og sum er pápi at hinum uppaftur kendari tónleikaranum Muggison.

Í hesum døgum er býarstjórnin á Ísafirði á vitjan í Føroyum. Ídag vitjaðu tey, við bæjarstjóranum Gísla Halldóri Halldórssyni á odda, Runavíkar kommunu. Semja var um, at vit eiga at styrkja vinarbýarsamstarvið, ikki minst av tí orsøk, at býirnir á mangan hátt líkjast. Í stødd, vinnu, mentan o.s.fr.

Dagurin byrjaði við morgunmati uppi á Gørðum í Søldarfirði - hjá teimum báðum Jákupi og Lenu. Síðani vitjaði vit ítróttarøkið, Bylgjuna, Skúlan við Løkin, Bókasavnið og Løkshøll. Eftir tað varð farið inn í Býráðssalin í Heiðunum, har vit fingu ein kaffimunn frá umsitingini. Ísfirðingarnar eru í serligum ørindum í Føroyum í hesum døgum, tað frættist meiri um, og teir fara at vitja kring landið, m.a. ætla teir at støkka inn á gólvið hjá Fiskivinnuráðstevnuni í Klaksvík. Teir fara heimaftur til Íslands fríggjadagin.