HEIM
29.10.2017

Ísbreiðan svitnar og jóklarnir hverfa

Tórbjørn Jacobsen, gestadjáknur, í Sandvíkar kirkju sunnudagin 29. oktober 2017

Orð Matteusar til okkara í dag hava verið nógv umrødd, eisini ímillum guðfrøðingar. Tey eru trupul at tulka. Í fyrstu atløgu fær man kensluna av, at Himnaríkið er ein stór veitsla, har snákaðir menn í slipsum, átøk breiðfokkum, og kvinnur í silkikjólum og stilethælum, dusa sær við búgvið borð, og táið streingjaleikurin byrjar, fer alt uppá gólv og glantrileikurin eskalerar. Síðani fer hvørt eftir øðrum, og tað sum Paulus sigur monnum í Efesus, í epistlinum ídag, gevur ábendingar um, at lítið skil kann vera í, táið menn drekka seg druknar í víni, hetta førir, sum hann sigur, oftast til óflýggjaskap. Hann heitir á teir um at fyllast av andanum ístaðin, og at tala saman umvegis sálmar og lovsong. Uttarlaga skal óboðin sita, sigur orðatakið, og mystikkur er um hendan vásaklædda mannin, sum kongurin fer í holt við, og sum hann til endans fær sveinarnar at kasta út í myrkrið, har grátur og tannagrísl herja. Himnaríkið er kongurin, men tað sæst eitt apokalyptiskt drag yvir orðunum, og kongurin, Himnaríkið, líkist einum brúnasíðum kontrolløri, ið virkar samsvarandi orðunum: Mong eru kallað, men fá eru útvøld. Vit eru í brúðleypi, kongurin er einasti røðarin, meðan onnur svara við gerningum sínum, og fleiri spyrja, hvar og hvør er brúðurin í hesi veitsluni? Fornkirkjan helt tað vera kirkjuna, meðan heimspekingurin Søren Kirkegaard heldur uppá, at brúðurin er hvør einstakur okkara, ið skal taka ímóti Jesusi Kristus.

Tað gongur ein apatiskur roykur av orðunum. Tey, sum verða boðin í brúðleyp, øna ikki aftur, hetta kemur ikki teimum við, líkasælan hevur fingið fastatøkur. Jesus tosar um kongin, sum sendi sveinarnar út at bjóða í brúðleyp, bæði fyrstu og aðru ferðina miseydnast hetta, tey bodnu valdu heldur at fara burtur aðrar staðir, eitt nú út í akurin ella í handil sín. Ikki fyrrenn eftir brutala leikin, táið hann sendir herlið síni út, og tekur lívið frá illgerðarfólkunum, skava teir so frægt saman av góðum og óndum, at til bar at fylla gildisskálan og at halda veitslu.

Hetta gevur okkum eina ábending um, at hetta er ikki nýtt undir sólini, tað sum hendir í okkara tíð, har ovát og vaksandi vælferð hevur við sær dølskni, líkasælu og grádigheit. Vit liva og virka sum eiturkoppurin á botni í súrhoyggjabrunninum, ið heldur, at heimurin allur er hann, sum júst hann sær í brunnagapinum í erva. Eksistentiellu savningardeplarnir kámast av egocentriskum herðindum. Hvør livir í sínari verð, stákast á egnum bási, tiltuskar sær sum mest av fæi úr trognum hjá øllum, og kollektiva uppdragið, sum tað er, at røkja Skapanarverkið, at halda burðardyggu javnvágirnar á øllum mótum, skal kvørnin, Jørðin, ikki klovna, ger okkum ongan mun. Nú skjøl eru komin undan væðingini aftur, um morðið í Dallas, á Kennedy forseta, er høvi at taka aftur í orð hansara um, at ongin spyr, hvat ið einstaklingurin kann gera fyri kolletivið – samfelagið. Harðari hoyrast orðini: Hvat kann samfelagið gera fyri meg? Riflukúlurnar kastaðu forsetan, sum kom fyri kikarasiktið hjá Lee Harvey Oswald, út í jarðiska myrkrið. Um hann endaði í gráti og tannagrísli er ikki okkara lutur at gera av, men støðan er ikki batnað. Konfliktirnar eru vaksandi ímillum fólk og tjóðir, og uttastu sjálvvísu vengurnir á politisku pallunum styrkna, meðan miðjurnar, har til ber at parlamentera – at tosa – seg fram til skilagóðar loysnir, spakuliga foykjast burtur. Kann vera, at trúbótarhugsanin skuldi verið víðkað soleiðis, gjørd so universiel, at hon er áhaldandi og støðug í øllum, skal Skapanarverk Guðs ikki forkomast av okkum sjálvum, áðrenn Harrin sjálvur ger status – støðuna upp – og avgreiðir alt eftir sínari bestu sannføring.

Reformatiónin verður hátíðarhildin í hesum døgum. Tað er eitt hálvt millennium hespað uppá snælduna, síðani Martin Luther gekk upp ímóti valdi og ríkidømi kirkjunnar við teimum 95 tesunum. Hetta var vágið av honum, men har varð grundarlagið lagt – og kirkjan um okkara leiðir fekk eitt nýtt jørðildi at standa á. Ein stór broyting var hendan, at Várharra nú so bráðliga var farin at skilja aðra tungu, enn bara hina latínsku hjá Pávakirkjuni í Roma. Nú bar til at standa frammi í Rostra og tosa um Guð, og eisini at tosa við Guð, á egnum máli, hetta var vinningur við lít.

Tilgongdin hjá frændum okkara fyri vestan var meiri brutal enn hjá okkum. Seinasti katólski biskuppurin, Jón Arason, og synir hansara, vóru hálshøgdir. Longu í 1584 hevur nýggi biskuppurin á Hólum, Guðbrandur Þorláksson, flutt Bíbliuna yvir á íslendska tungu. Hallgrímur Pétursson, mikla sálmaskaldið, legði til varðan, og íslendingar fingu eitt málsligt undirstøðukervi, sum bjargaði málinum. Í so máta gekk tað ikki um fliðuna í Føroyum, og tað eru bara góð hundrað ár síðani ta famøsu hendingina, táið funningsmaðurin og kennarin Theodor Dahl, jólakvøld í 1911, las lestur á føroyskum máli í Sandvíkar kirkju. Kirkjuligi stavnamaðurin, ið ber av øllum, Jákup Dahl, prestur og seinri próstur, hevði skrivað lesturin í Tingakrossi tvey ár frammanundan. Lesturin var ikki trupulleikin, tungumálið var trupulleikin. Theodor fekk av grovfílini frá táverandi prósti, og bygdin fór í tvíningar í eina tíð. Onkur helt at tað var Gulak, ið tá var prestur í Leirum, sum bjargaði funningsmanninum undan at missa lærarastarvið. Hetta var eitt brotsverk fyri 100 árum síðani. Ídag er hetta alt sjálvfylgja. Ikki minst bíbliutýðarum okkara, Victori, Dahl og Viderø, fyri at takka, sum næstan 400 ár eftir íslendsku týðingina fingu okkum Heilagu skriftirnar – gomlu og nýggju paktina – á føroyskum máli.

Vági uppáhaldið, at hetta, saman við føroyska sálmaskattinum, er mesta málsliga nýbrotið í søgu okkara. Tignarligu umsetingarnar liggja á hvørjum náttborði og undir koddanum í hvørjari koyggju umborð á føroyskum skipum. Eitt málsligt undirstøðukervi, sum lyfti málið, tryggjar tað, men tað tænir ikki at liggja á boðunum. Áhaldandi, stútt og støðug málrøkt skal til, skal hóttafall ikki koma á málið og tjóðina. Vit skulu ikki longur aftur enn til míni ungu ár, fyri at møta fyribrigdinum, at sungnir vóru danskir sálmar einaferð um mánaðin í Glyvra kirkju, og við informatiónsstreyminum umvegis sjónvarpsrásir, teldur, teldlar og Ifonir, á øðrum málum, kunnu vit skjótt verða tikin av fótum, standa vit ikki á varðhaldi áhaldandi. Missa vit málið, missa vit alt, tað er sjálvur samleikastrongurin, sum heldur okkum saman og mennir okkum. Vit mega skipa okkum soleiðis, at dølskni, líkasæla og grádigheit ikki beina fyri hesum dýrgripi, sum so mongum øðrum.

Eitt nógv brúkt orð í tíðini er burðardyggleiki. Tað merkir ikki annað enn tað, at okkara er uppgávan og skyldan at halda javnvágunum í Skapanarverkinum. Tað merkir aftur, at vit eiga ikki rættin til at liva og virka, sum um at vit eru tey seinastu, sum skulu manna Klótina. Vit umboða bara eftirkomarar okkara í eitt stutt tíðarskeið, og umráðandi er, at teirra fyritreytir ikki vera lakari, bara av okkara vansketni og orsøkum. Nógva kjakið um stovnsrøkt í havfeinginum, har ymisk áhugamál stríðast, við meiri og minni rætti, er gott dømi um, at ósemjur ímillum annars vitandi menniskju kunnu hava ta avleiðing, at veikasta liðið, stovnurin, verður revsaður. Ivaleyst sveiggjar natúran, tað vita vit, men týðandi er at finna javnváginar yvir tíð. Tað var skilamaðurin Hjalti í Jákupsstovu sum einaferð segði, at var toskurin undir Føroyum fýrbeintur, og gekk í bøi, í haga og í skorðum, so hevði stovnsrøktin verið fullkomin. Føroyingurin hevur verið óførur stovnsrøktari, táið tað hevur snúð seg um seyð í haga og fugl í bjørgum, meðan tað hevur knípt meiri við tí, sum ikki sæst við berum eygum. Júst hetta tankasettið er farið at vera ein alheimsligur trupulleiki, mest av tí, at vælferðarøðin og avleidda letin, og ikki minst grádigheitin eftir meiri materiu, her og nú, framleiðir so nógv av súrgaðum útláti, at vit eru komin at mørkum, har vit av álvara eru farin at gera okkum inn á Guðs Skapanarverk. Onkur ger gjøldur burturúr hesum, fegnast um, at tað gerst heitari í Føroyum, kanska miðstøðuhitaverkini í sethúsum okkara fáa minni at gera, men hetta eru blasfemiskar útsagnir, um skil er í tí, ið øll tey mongu, sum hava sett sær fyri at hjálpa Skapanarverkinum undan einari sjálvskaptari stórkreppu, hava rætt í sínum uppáhaldum. Um tað eru tíðaravmarkaðar broytingar, veit eg ikki, í hvussu er kann eg staðfesta, at tær gomlu brúgvarnar, niðri við neystini á Glyvrum, nú javnan liggja undir sjógvi, tað gjørdu tær ikki, táið vit sum óvitar róðu við flakum kring um tær. Fyri ein sandvíking, sum fer á seiðaberg, kann tað eisini vera líkamikið, um vatnstøðan í sævarmálanum er hækkað nakrar spannir, men trupulleikin er, at hetta helst er avleiðingin av, at ídnaðurin sprænir alskyns skitt út rúmið sum um, at Jørðin var ein køstarenna. Heimsins leiðarar royna sítt besta, men øðin eftir vælferð, grádigheitin, er mótspælarin, og atkvøðurnar fyri at vinna verðsligt vald, liggja í øktari vælferð. Alt er taktikkur – strategi er ongin, tí má hugburðsbroyting til – og hon má koma frá og úr fólkinum sjálvum.

“Ísbreiðan svitnar og jóklarnir hverfa”, syngur óvanliga góði íslendski sangarin Bubbi Morthens í sanginum “Eg hef enga skoðun”, sum er at finna á nýggju fløgu hansara, sum man vera ímillum tað alrabesta, hann hevur latið okkum, sum dáma stílin. Hitti hann á Hotel Borg í Reykjavík í 2000, og tá staðfesti hann, fyri at venda aftur til málsliga spurningin, at tað er skyldan hjá listarfólkum, serliga í smáum málgeirum, at syngja á móðurmálinum. Hann kundi ivaleyst gjørt um seg á anglikanska stórmarknaðinum, men tungumálið hevur størri týdning enn alt annað. Ískápan sveittar og jøklarnir hvørva. Jøklarnir tódna – íslendingar siga, at tað sæst næstan dagamunur á teimum, og í Grønlandi er ringa skil.

Sagt verður, at ein pessimistur fær altíð rætt, einaferð fyrr ella seinri. Kristian Osvald Viderø var einaferð prestur í Leirum, hann hevði lisið flestu heimspekingarnar, ið hava nakað uppá seg, og onkur heldur, at hann var mest ávirkaður av tí meiri tunglynta slagnum. Schopenhauer, Nietzshe og Oswald Spengler. Hann hevur latið úr hondum eitt av frægastu ritverkum føroyinga: Ferð mín til Jorsala, og sjálvur endin kann tulkast sum ein apokalypsa, men tað er ikki víst, at hetta var ætlan hansara, tað kann vera, at hann lýsir pílagrímsferðina, sum skrivað verður um í bókini, sum eina fiasko. Undir øllum umstøðum er hetta ein áminning um, hvat ið kann henda, og sum hendir ídag. Ávirkaður av Johs. V. Jensen og meginskaldinum Janusi Djurhuus ljóðar grand finalan í bókini soleiðis:

“Vit mæla tær kvørn, so tað brakar. Vit kvøða kvørnkvæði hitt brúsandi. Vit sveiggja steinin, tungur er hann, sum jørðin. Samsong, syngja Fenja og Menja, tungliga trína tey í myrkrinum, jotnakvendini vreiðu: Vit mala, so sól og máni og stjørnur villast av leið. Sum blaktran skal skifta dagur og nátt, hvítt og svart, og himinin skal hurra, sum hjól. Vit mala tær summar og vetur sum fepursótt. Hitin skal herja á teg, men dvína fyrir kuldanum. At endanum vit tær mala vetrarøld.Vit knossa í túsundtalsøldum, men ísøld vit at endanum tær mala - - - Vit mala tær æviga nátt. Sólina vit sleingja burt á ókomandi leiðir. Vit mala hóstandi ísfjøll, sum knúst rapa niður úr norðannátt yvir fløtur og feitilendi. Vit sorla allar býir undir jøklaveldi - - -. Vit kvøða – við frostbitnum hjarta - - - til kvørnin klovnar.”

Tað er stórur heiður at vera boðin suður higar til Sandvíkar í dag. Bygd nevnd í Føroyingasøgu, og sum hevur fostrað so mangt framkomið mannabarn. Hetta sæst aftur á ymiskum rókum í samfelagnum, á skipsdekkum og í skaldskapi okkara – hugsi fyrst og fremst um Martin Joensen og Steinbjørn B. Jacobsen. Og nú vit standa á mest tignarliga staði bygdarinnar, slepst ikki undan at nevna mesta orator og retorikara, sum føroyingar nakrantíð hava átt, - Johan Nielsen prest og politikara. Upplivdi hann, tá valfundir plagdu vera í Glyvra Bio til fólkatingsvalini, og rákin av mentan og viti, sum stóð frá hesum lágvaksna og skeggprúða sandvíkingi, er kanska ein av nógvum orsøkum til, at ein gjørdist so frægt kálvføddur, at man rakk upp til djáknafjølina í Sandvík í dag.

Í dag er tjúgundi sunnudagur eftir tríeindardag. Vit savnast í kirkjum, fremstu mentanarstovnum fólksins, og sjálvt tey, sum siga seg onki samband hava við Hann, ið øllum ræður, kenna einhvønn fløva, táið tey koma inn um kirkjugáttina, ið skal vera so lág, at øll kunnu sleppa um hana. Hoyr bara hvat látni svenski sangarin Bjørn Afzelius sigur í sanginum Två ljus:

Du vet att jag aldrig har trott på nån Gud
Men ibland går jag in i Hans hus
Så när skymningen faller i morgon
Så går jag i kyrkan och tänder två ljus;
Det ena för dom jag har såret
For vännerna som jag försmått
Och för tårarna som dom gråtit
För min skull
Det andra för att jag ska finna
En kärlek som orkar bestå
Och en kvinna som en gång kan älska mej som jag är.

Himnaríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúðleyp hjá syni sínum. Okkara uppgáva er at vera meiri árvakin og hugað enn hesi, sum í fyrstu og aðru syftuni ignoreraðu boðskapin, táið sveinar kongsins, Himnaríkisins, vóru sendir út at bjóða í brúðleyp. Og halda vit ikki Skapanarverkinum í góðum standi, kunnu vit av egnum ávum enda sum vásaklæddi maðurin, ið varð kastaður út í myrkrið fyri uttan, har grátur og tannagrísl hoyrdist.

Ískápurnar sveitta og jøklarnir hvørva. – Vit mala hóstandi ísfjøll, sum knúst rapa niður úr norðannátt yvir fløtur og feitilendi. Vit sorla allar býir undir jøklaveldi - - -. Vit kvøða – við frostbitnum hjarta - - - til kvørnin klovnar.”

Hetta kunnu vit gera nakað við – við Guðs hjálp.