HEIM
26.08.2019

IRF ber nýggjar posar út í september

Í viku 38 verða nýggj rull við gráum posum borin út til øll húsarhald í limakommununum hjá IRF.

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út til hvørt húsarhald. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Tá ið 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið. Les meira her.