HEIM
07.02.2013

INUK í Løkshøll

Dagarnar 19.-21. februar fáa føroyingar høvi at síggja stórbara og vælumtókta grønlendska filmin INUK.
Filmurin hevur longu fingið 21 prísir á alttjóða filmsfestivalum og er innstillaður til ein Oscar, sum besti útlendski filmurin í 2012.

Filmurin er ein sosial realistiskur filmur, við einari blanding av fakta og fiktión. Hetta gera filmin nærverandi og viðkomandi, samstundis sum hann er spennandi.
Filmurin hevur sín uppruna á barnaheimunum í Umanak, har føroyska Ann Andreasen, ættað úr Klaksvík, er leiðari. Umframt sí leiklut i filminum, er Ann eisini partur av framleiðsluliðnum.
Filmurin viðger tað viðkvæma og viðkomandi evnið: børn og sosialir trupulleikar, og hetta verður gjørt erligt og heilhjartað. Hegnisliga lýsir filmurin samanrenningina millum siðbundna mentan og nýmótans samfelagið. Saman við tí ráu og stórslignu grønlendsku náttúruna gerst filmurin spennandi og ótrúliga flottur.
Barnaheimið í Umanak er sum nevnt grundstøðið í filminum. Tað eru starvsfólk og børn á barnaheiminum, sum eru leikarar. Men hetta ger ikki filmin minni áhugaverdan, tí hann er sera væl spældur og væl gjørdur.
Filmurin snýr seg um ein drong, ið livir í sosialt truplum korum í Nuuk. At enda er støðan so trupul, at drongurin verður sendur á barnaheimið í Umanak. Síðani vísir filmurin hvussu drongurin upplivir broytingina, og hvat hann og onnur børn á barnaheiminum hava at dragast við. At hesum verður so knýtt søgan um upprunan hjá dreinginum. Á ein dramatiskan hátt lærir hann, at røturnar hava týdning, men at framtíðin eisini krevur ábyrgd og dugnaskap, og hetta kann hann bert ogna sær sjálvur.
Í samband við sýningarnar í Føroyum, kemur Ann Andreasen, saman við tveimum úr franska filmsliðnum, Marc Buriot, framleiðara, og Mike Magidson, filmsleikstjóri, at greiða frá leiklutinum hjá barnaheiminum, og um hvussu tað hevur eydnast at fáa filmin upp á tað støðið hann er komin. Frásøgnin er løgd beint eftir filmin og tað er gjørlig at seta teimum spurningar.
Filmurin verður sýndur soleiðis:
Í Norðurlandahúsinum týsdagin 19.februar kl. 19.30 (www.nlh.fo)
Í Atlantis í Klaksvík, mikudagin 20. Februar kl. 19.30 (www.atlantis.fo)
Í Løkshøll, hósdagin 21. Februar kl. 19.30 (www.loksholl.fo)
Atgongumerkir kunnu longu nú keypast á teimum ymisku sýningarstøðunum. Tað verða bert tríggjar sýningar, so tað ræður um at ognar sær atgongumerkið í góðari tíð.
Filmurin er 90 min. og kostnaðurin 80,- kr.

EksternLeinkja1: http://www.loksholl.fo