HEIM
08.08.2018

Innkomuvegur

Eysturoyartunnilin er komin væl áleiðis, men myndugleikin, sum eigur tunnilin, hevur enn ikki funnið fram til, hvussu ferðslan skal koma til og frá tunlinum. Upprunaliga var ætlanin, at tunnilsmunnin, hesumegin fjørðin, skuldi vera við Toftavatn, og haðani lá ræðið fyri at fara við einum landsvegi omanfyri bygdirnar Runavík, Saltangará og Glyvrar. Hesin vegurin hevur í áratíggju verið partur av býarætlanini hjá Runavíkar kommunu. Ymiskar hugsanir vóru av góðum grundum um hesa loysnina, men infrastruktuelt hevði hetta verið frægasta loysnin fyri býin. Tann ferðslan, sum ikki hevði ørindir í býnum, hevði valt hesa farleiðina og avbjóðingin av øktari ferðslu hevði verið at kalla ongin.

Seinri broytti Tunnilsfelagið linjuføringina. Nú var tunnilsmunnin lagdur í Rókina, soleiðis, at øll ferðslan til og frá tunlinum onkursvegna skal fara ígjøgnum býarmiðsavningina Runavík, Saltangará og Glyvrar. Hetta var ein nýggj støða, og væntandi økti ferðslutíttleikin í økinum hevði við sær, at Runavíkar kommuna ynskti at kanna hvussu býurin kundi taka ímóti nógv øktu ferðsluni, eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur. Landsverk gjørdist ein partur av verkætlanini, sum EM-Ráðgeving í Saltangará var biðin um at gera. Beint fyri at frágreiðingin var almannakunngjørd, valdi Landsverk kortini at taka seg burturúr arbeiðnum. Orsøkin sigst vera, at teirra tilmæli ístaðin er at gera tunnilin úr Gøtudali undir Valaknúkar og vegin omanfyri bygdina í Skálafirði.

Avleiðingin av økta ferðslutíttleikanum verður hin sama í Søldarfirði. Í mun til bygdirnar uttari á fjørðinum eigur landið vegin ígjøgnum Søldarfjørð, meðan kommunan eigur vegin frá Glyvragjógv út til rundkoyringina í Runavík. Komandi trupulleikin í Søldarfirði hevur eisini verið ein partur av málinum, men hvørjar ætlanir Landsverk og Samferðlsumálaráðið hava hesum viðvíkjandi hava vit enn ikki frætt nakað um.

Frágreiðingin sum EM-Ráðgeving, Runavíkar kommuna og eisini Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur verið partur av, er nú liðug. Í næstum verður borgarafundur í Løkshøll um innkomuvegin og miðbýarætlanina, sum Ósbjørn Jacobsen hevur ment saman við Runavíkar kommunu.

Tak frágreiðingina niður her (18,8 mb pdf).