HEIM
31.05.2017

Ingolf og Bylgjan

Í fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2017 eru 7 hundrað túsund krónur settar av til tess, at fáa dagført vestara endan á gomlu ítróttarhøllini, sum nú er ein partur av Bylgjuni.

Múrarafelagið Spf. Ingolf Hansen í Runavík hevur fingið arbeiðið at reinsa og pussa betong súlurnar, áðrenn aðrir fara undir at klæða hendan partin av Bylgjuni soleiðis, at hann fer at líkjast tí vestara endanum á fimleikahøllini. Væntandi verður alt arbeiðið liðugt í ár.

Borgarstjórin og Ingolf Hansen skrivaðu undir fyri viku síðani og arbeiðið er longu byrjað.