HEIM
25.02.2013

Ímyndin av Føroyum og føroyska sjálvsmyndin. Leitanin eftir tí eksotiska og branding

Alment tiltak við tveimum fyrilestrum, kjaki og práti verður á Bókasavninum við Løkin hóskvøldið 28. feb. 2013, klokkan 19.00

Hvør er ímyndin av Føroyum? Hvat halda vit sjálvi, og hvat halda onnur um Føroyar, føroyingar og føroyska samfelagið? Hvussu var støðan fyrr, hvussu er hon í dag, og hvussu ynskja vit, at hon skal verða framyvir? Og hvussu kunnu vit vera tilvitað og hava ávirkan á hesar ímyndir?

Hetta eru nakrir spurningar, sum gjølla verða viðgjørdir á Bókasavninum við Løkin komandi hóskvøld. Tá fáa vit vitjan av tveimum monnum, sum hava vitan og meiningar um evnið. Teir hava hvør sítt útgangsstøði í mun til henda spurning.

Kim Simonsen hevur júst latið úr hondum sína Ph.D. ritgerð, sum viðger hetta evni.
Allan Dalsgarð er stjóri á Sendistovuni og arbeiðir dagliga við samleika og branding.

Vit vænta tvær framløgur við nógvum áhugaverdum spurningum og greiningum, har áhoyrarin eisini fær hug og høvi at luttaka í kjaki.

Um fyrilesturin hjá Kim Simonsen, Ph.D.
Ímyndin av føroyingum og Føroyum er høvuðsevnið í framløguni. Hann spyr m.a. hvussu tann føroyska sjálvsmyndin er skapt? Og hvussu føroyska tjóðin birtist? Í fyrilestrinum verður ávíst, hvussu og í hvønn mun føroyskur samleiki og tjóðskapur er ávirkaður av ferðandi, sum komu til Føroyar. Her verður hugsað um at ferðandi frá eitt nú Onglandi, Amerika, Týsklandi, Frankaríki og nógvum øðrum londum hava ávirkað føroyingar og okkara sjálvsmynd gjøgnum søguna. Her verður serliga tulkað, hvussu hesi sóu føroyingar sum livandi í fortíðini og tískil sum eksotisk. Hvussu eksotisma framvegis í dag er ein stórur partur av sjálvsmynd føroyinga, sum vit síggja aftur í modernaðum lýsingarherferðum, ferðabókum og sjónvarpssendingum.

Um fyrilesturin hjá Allan Dalsgarð, stjóra á Sendistovuni
Úr sjónarhorninum hjá einum virki, sum arbeiðir við samskifti og lýsingarherðferðum, vil Allan Dalsgarð tosa generelt um avbjóðingina at branda Føroyar sum ferðamál. Hann kemur inn á spurningar so sum: Hvussu er sambandið millum uppfatanina og kunnleikan til Føroyar og okkara egnu sjálvsfatan og sjálvsvirði? Hvat skal til fyri at seta Føroyar á heimskortið? Hvussu kommersialisera vit produktið Føroyar, uttan at skaða okkara samleika og tað óspilta, unikka, sum vit hava?

Áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar. Vónandi fáa vit eitt gott kjak og prát aftur við drekkamunni, sum bókasavnið bjóðar.

Tiltakið er alment og ókeypis. Væntandi verður liðugt umleið klokkan 21.

Verið vælkomin!