HEIM
15.06.2015

Íbúðabygging

Bústaðir og TN Bygging hava undirskrivað avtalu um bygging av 16 leiguíbúðum í Runavík. Talan er bæði um vardar bústaðir og almennar leigubústaðir.

Íbúðirnar verða bygdar á Blikagøtu, ovarlaga í Runavík. Staðsetingin er góð - stutt eru frá íbúðunum til skúla, barnagarð, handilsmøguleikar og stóra ítróttarøkið í Runavík. Úr íbúðunum verður gott útsýni oman yvir býin, Toftavatn og ítróttarøkið.

Bygt verða trý íbúðahús, tvey við seks íbúðum og eitt við fýra íbúðum. Átta íbúðir verða 62 fermetrar, og hinar átta verða 76 fermetrar. Minnu íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm, stovu/køk og eitt sovikamar, og størru íbúðirnar hava tað sama, men tvey sovikømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan.

Verkætlanin er úrslit av góðum samstarvi millum Almannamálaráðið, Runavíkar kommunu og Bústaðir.

Arbeiðið er byrjað, og tað er TN Bygging, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna. Eftir ætlan verða íbúðirnar lidnar í desember 2016. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er 16,7 mió. kr. u/mvg.

Sí meira um verkætlanina á bustadir.fo.